Enn

Song

Enn

Eivør · Enn · 2024 · 7:11

Lyrics

Nú allir fuglar rýma Og ræðslan krýnir sorg Trilvi eg til tína Holdmjúku verndarborg Undir gráum himni Nú neyðin aftur týnir Markleys handan høv Flýggi eg inn í tíni Bláoygdu kærleiksbrøv Undir heiðum himni Herjan Býir bløða út Enn bleiktrar hon Í tonkunum Vónin Hetjan Dust og kjøt og húð Enn glampar hann Í toftunum Login Tá tøgnin øllum rúmar Og sokkin eru fjøll Tá reisi eg mær múrar Og bíði einsamøll Undir svørtum himni Herjan Býir bløða út Enn bleiktrar hon Í tonkunum Vónin Hetjan Dust og kjøt og húð Enn glampar hann Í toftunum Login

Lyrics provided by LRCLIB.

Popular by Eivør